Bœuf bourguignon à la Brent Morrow

Bœuf bourguignon à la Brent Morrow
 

Bœuf bourguignon er rættiligur vetrarkostur. Hesin intensi, smakkríki og hitandi rætturin smakkar av tíð. Langari tíð. Njót hann í Fútastovu ella royn uppskriftina hjá Brent Morrow, sum hvørt kvøld snurrar í køkinum í Fútastovu. 

Brent Morrow gevur okkum her uppskriftina upp á hansara Bœuf bourguignon, soleiðis sum tú fært hann í Fútastovu.


Soleiðis gert tú:

  1. Hakka leykirnar groft og pressa hvítleykin. Brúnka hetta í eini grýtu.
  2. Tá ið leykurin hevur fingið lit, koyrir tú kjøtið í grýtuna og kyddar við salti og pipari. Koyr bara eitt sindur av kjøti í grýtuna í senn, soleiðis at grýtan ikki missur ov nógvan hita.
  3. Tá ið kjøtið hevur fingið lit, letur tú tomatirnar í grýtuna. Rør væl, soleiðis at tomatirnar ikki festast í botnin.
  4. Sker síðani gularøtur, selleri og epli í passandi bitar og lat í grýtuna.
  5. Stoyt reyðvínið í og lat tað kóka í 15 - 20 minuttir.
  6. Hereftir letur tú bótina í saman við timian og rósmarin. Skrúva hitan undir grýtuni niður á lægsta stig og lat smákóka í 2-4 tímar. Kjøtið eigur nú at vera so moyrt, at tað kann skerast við einum gaffli.
  7. Borðreið við persillu og góðum ljósum breyði afturvið.

Tilfar:

1 kg av neytakjøti í stórum terningum
2 leykir
4 fet av hvítleyki
1 gularót
3 leggir av blaðselleri
5 stór epli
250 g av tomat í dós
1 L av bót av neytakjøti (ella bótarmola)
1 L av reyðvíni (Bourgogne vín um tað skal vera púra franskt :)
1 tyssi av persillu
1 tyssi av timian
1 tyssi av hakkaðum rósmarin

Bon apetit! [ bôn apti]



Les eisini

Aðrar uppskriftir og góð ráð

 

VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.