Allan Dalsgarð

Caviar, Foie gras, ostrur og bouillabaisse í Fútastovu

Allan Dalsgarð
Caviar, Foie gras, ostrur og bouillabaisse í Fútastovu
 

Fútastova er júst latin upp aftur eftir umbygging. Hugnaliga matstovan er innrættað av nýggjum við snotuligari franskari barr og upprunaliga inngongdin er tikin í nýtslu aftur. Nýggjur høvuðskokkur er Teitur Christensen, ið er komin heim úr Danmark, har hann hevur starvast á spennandi og viðurkendum matstovum seinastu 12 árini. 

Teitur vil bjóða føroyingum klassiskar franskar rættir upp á sín egna máta og eisini øðrvísi og óvæntaðar rávørur, smakkir og upplivingar.

Tað er stuttligt at gerast partur av eini matstovuvinnu í stórum vøkstri og einum spennandi gastronomiskum ráki. Eg kundi hugsað mær at fingið føroyingar í størri mun at royna nakað annað, enn tað tey eru von við. Eg vil gjarna víðka teirra áhuga fyri nýggjum og øðrvísi rættum og smakkum, eitt nú svínakjøti og høsnarunga sum eg haldi eru undirmettar rávørur.
— Teitur Christensen
DSCF3533f.jpg

Teitur Christensen

Hevur búð í Danmark í 12 ár. 

Útlærdur kokkur frá Madklubben í 2009.

Stovnaði saman við øðrum í 2011 "Nose2tail" í Kødbyen við burðardyggum, vistfrøðiligum og lokalum rávørum. Matstovan fekk hvønn dag heil dýr inn og avgjørdi dagsins matskrá eftir rávørunum.

Souchef á “Les trois cochones” (teir 3 grísarnir).

Flutti til føroya í mars 2017. Fyrst sum høvuðskokkur í Áarstovu og síðani september sum høvuðskokkur í Fútastovu.

Caviar, foie gras, Ostrur og bouillabaisse

Fútastova bjóðar klassiskan franskan mat, sum verður tilgjørdur upp á okkara egna máta og í so stóran mun sum til ber við føroyskum rávørum. Nýggja matskráin bjóðar eitt nú Caviar, ostrur, Foie gras, tartare úr neytakjøti, Crème brûlée, føroyskar jákupsskeljar og so eisini franskar krebinettir.

Krebinettir eru ikki bara ‘danskt pjatt’, men upprunaliga ein fronsk delikatessa, Crépinettes, sum nú kann roynast í Fútastovu, tilgjørdar upp á tann ektaða franska mátan: Konfiterað kjøt av svínaskanki blandað við foie gras og urtum, ballaðar í feittnet og síðani stoktar. Franska delikatessan verður borðreidd við saltbakaðari sellerirót, tomatkompot og Sauce espagnole, ið er ein av teimum fimm fronsku grundsaucunum.
 

A la carte og tasting menu

Umframt nýggju à la carte matskránna bjóðar Fútastova eisini eina serliga table d’hôtes, ella tasting menu, um kokkurin setir saman. Tasting menu´in verður samansett av nøkrum av fronsku klassikarunum á matskránni og skiftandi rættum alt eftir árstíð, rávørum og hugflognum hjá kokkinum.
 

Umbygd matstova

Matstovan, sum húsast í søguligu Fútastovu heima í Havn, hevur fingið nýggjan køk við allari neyðugari útgerð til tann franska køkin. Eisini eru nýggj vesi gjørd og inngongdin er flutt har sum hon upprunaliga var. Eisini er ein snotulig fronsk, koparløgd barr sett upp í matstovuni, ið rúmar 50-55 gestir.

28279480_2043101015904255_662288984117234467_n.jpg

Ostur & vín

Væl umtókta tiltakið Ostur & vín heldur fram í Fútastovu, har tú kanst byrja vikuskiftið við góðum víni og osti hvønn fríggjadag kl. 16-18 (Eingin borðbílegging)


Fútastova hevur opið týsdag - leygardag kl. 18.00 - 22.00

Ella ring á telefon 411300