Chocolate Chip Cookies

 

Tú skalt brúka

Til umleið 35 cookies

125 g bleytt smør
150 g sukur
150 g putursukur
2 egg
1 tsk. av vaniljusukri
1/2 tsk. av salti
1 1/2 tsk. av bakipulvuri
100 g havragrýn
200 g mjøl
150 g hakkaðar heslinøtur
200 g av hakkaðari mjólkasjokulátu (55% er eisini gott at brúka, men man kann eisini blanda ymiskar sjokulátur)

Soleiðis gert tú

Píska smør, sukur, putursukur og vaniljusukur til tað er lætt og luftugt. Rør síðan egg og salt í. Vend síðan mjøl, havragrýn og bakipulvur í. At enda vendir tú nøtir og sjokulátu í.

Tað eru ymiskir mátar at forma køkunar. Tú kanst býta deiggið í nakrar smáðir klattar og baka beinaveg, ella rulla deiggið í bakipapír, so tú fært nakrar rullur. Legg rullunar í køliskápið, til tær eru heilt kaldar. Tá er lætt at skera út í flísar, og um tú ikki vil baka allar beinaveg, goymir tú bara restina í køliskápinum. Køkurnar eru altíð best nýbakaðar. Deiggið kann gott frystast og brúkast seinni.

Baka køkurnar á 180 stigum heitluft í 8-10 min. Halt eyga við tær fyrstu køkurnar, so tú sær um tíðin skal broytast. Ovnar baka ymiskt og tað er ymiskt, hvussu bleytar ella harðar einum dámar sínar cookies.


VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.