Drýlur við súrdeiggi

Drýlur við súrdeiggi
 

Á RÆST vita tey, at afturvið røstum er drýlurin góður. Serstakliga góður. Vanliga verður drýlur bakaður við natron og bakipulvuri, men Kári Kristiansen - høvuðskokkur á RÆST - hevur funnið uppá at lata súrdeiggj í drýlin. Hetta gevur drýlinum eyka góðan smakk.

Nú tað stundar til jóla, eru allarhelst fleiri, ið gleða seg til at eta ræst. Men fyrst kunnu vit øll gleðast um at Kári so gávumildur hevur givið okkum uppskriftina uppá hansara góða drýl! - Eigur tú einki súrdeiggj, so ber til at stjala eitt sindur frá onkrum tú kennir, ella fylgja vegleiðingini niðanfyri… ELLA, bíleggja tær borð á RÆST - so bakar Kári drýlin fyri teg!

 


 
 

Uppskrift uppá ein hampuliga stóran drýl, sum vigar á leið 800 gr.

 

Tú skalt brúka

Soleiðis gert tú



Viga alt upp og rør alt saman.

Forma drýlin á borðinum við eitt sindur av rugmjøli undir.

Steik drýlin á einari heitari turrari pannu til allar síður eru gyltar/brúnar - áleið 1 minutt á hvørjari síðu. Baka drýlin í ovninum á 180° í umleið 15 minuttir.

  • 200g hveitimjøl
  • 200g rugmjøl
  • 200g súrdeiggj
  • 200g vatn
  • 1 tsk natron
  • 1 tsk bakipulvur
  • 1 tsk salt

 

 

So er drýlurin klárur, og tú kanst seta rivini í ovnin.


MEN vilt tú sleppa undan ræsta luktinum við hús? - Ja, so er bara at bíleggja tær borð á Ræst. So tekur Kári sær av ræsta jóladøgurðanum í ár.


 
 

Soleiðis gert tú súrdeiggj


isur (1 of 5).jpg

Blanda eina súpiskeið av rugmjøli við tvær súpiskeiðir av vatni - gjarna lunkað. Lat standa í tveir dagar á køksborðinum - uttan lok. 

Eftir tveir dagar koyrir tú eina súpiskeið av rugmjøli í blandingina og rørir runt. Nú kanst tú koyra lok á. Lat standa yvir nátt. Morgunin eftir eigur tú at síggja smáar bløðrur í súrdeigginum, og tað luktar (møguliga) søtt, eitt sindur av edikki og eitt sindur av øli. 

Gev súrdeigginum 'mat og drekka' hvørt kvøld - tvær súpiskeiðir av rugmjøli, og tvær av vatni. Fimta dagin stoytir tú næstan alt súrdeggið burtur - lat umleið 1-2 cm upp eftir ílatinum vera eftir. Gev tí nú mat og drekka, og lat tað standa til um kvøldið. Nú er klárt at brúka. 

Orsøkin til stoyta so nógv burtur er, at fáa javnvág millum hvussu stórt súrdeiggið er, og hvussu nógvan mat tað fær.

Súrdeiggið kann goymast á køksborðinum, og hetta er best, um tú bakar ofta. Tá skal tað hava mat og drekka hvønn ella annan hvønn dag. Tú kanst eisini goyma tað í kuldaskápinum. Tá kann tað standa í minst tvær vikur uttan mat og drekka. Minst tó til at taka tað fram nakað væl áðrenn tú bakar, so tað nær at koma í gongd aftur úr kuldaskápsdvalanum.

Far bara í gongd beint nú, so verður tú klár/ur at baka drýl til jóla.


Les eisini

VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.