Úr køkinum á Etika

Úr køkinum á Etika
 

Rangrulla, futomaki, hosomaki, nigiri - og so alt tað grillaða. Fleiri enn 1000 bakkar av sushi og ristaðum fara út av húsinum hvørja viku, og afturat tí leggjast allir gestirnir sum eta í matstovuni. 

Tá ið tú situr og etur sushi - heima við hús, ella á matstovuni - hugsar tú møguliga ikki um tey, ið hava puttlast við matin. Men tú skalt vita, at tey hava hugsað um teg. Tað estetiska er ein  týðandi partur av upplivingini, at eta sushi, og tað vita tey í køkinum á etika alt um. Nógv verður tí gjørt burturúr, at fáa matin at síggja vakran út, og tað krevur nógva venjing at rulla góðar rullur. 

Bunlom Srisin - ella Kob, sum hon verður kallað - hevur arbeitt í køkinum á etika síðani tað lat upp fyrstu ferð, og stendur eisini fyri at venja upp nýggj starvsfólk. Í løtuni er hon í holt við at seta saman nýggju matskránna. Vit hava vitjað Kob í køkinum og tikið nakrar myndir av hennara hugtakandi sushi handalagi. 

Fært tú hug at royna at gera sushi heima við hús? So kanst tú her lesa tey trý góðu ráðini frá Kob.