Franskt í Fútastovu

Franskt í Fútastovu
 

Bœuf bourguignon, Coq au vin, Fruits de mer, Hors d'oeuvre. Hesi orðini kunnu vit føroyingar byrja at venja okkum við, tí skjótt sleppa vit at njóta hesar og aðrar ektaðar klassiskar franskar rættir. Í oktober letur fyrsta franska matstovan í Føroyum upp í hugnaligu hølunum í Fútastovu, sum nýliga eru innrættað til endamálið.

Chefkokkur í Fútastovu verður ungi evnaríki kokkurin Brent Morrow úr Avstralia. Vit hava hitt hann til eitt prát um franskar freistingar og hvat vit kunnu vænta okkum í Fútastovu.

Brennandi kærleiki

Brent kom fyrstu ferð til Føroya at arbeiða á KOKS, tá matstovan húsaðist á Hotel Føroyum. Har bleiv hann forelskaður í Katrinu, sum arbeiddi á Hotel Føroyum og so var leyst og liðugt. Hann fór eitt rend aftur til Avstalia, men er nú fluttur til Føroya at standa á odda fyri spennandi fronsku verkætlanini í Fútastovu.

Hóast bert 24 ára gamal, hevur Brent verið víða í gastronomiska heiminum og hevur eitt nú starvast í Avstralia, Ný Kaledonia, Ný Sælandi og Danmark bæði á fiskamatstovum, japanskum matstovum og aðrastaðni. Hann hevur sostatt bæði hugskot, íblástur og nýggjar smakkir við sær til føroya, og sambært Brent er nógv spennandi í væntu.

Franski køkurin er grundarlagið undir øllum tí modernaða køkinum. Óansæð um tú ert í norðurlendska køkinum, í Sveits ella Singapor, verður franski teknikkurin brúktur. Og sum kokkur er tað ein frálíkur møguleiki at vísa, hvat mann veruliga dugir.

Brent væntar eisini at føroyingar fara at taka væl ímóti nýggju matstovuni.

Fleiri av klassisku fronsku rættunum líkjast føroyskum rættum. Tá hugsi eg ikki um tað ræsta, men eitt nú um langtíðarkókaðu grýturættirnar og fleiri eplarættir líkjast tí føroyska. Tí vænti eg at føroyingar fara at taka væl ímóti tí franska.

Einfalt og atkomiligt

Brent fer at leggja seg eftir eini einfaldari og atkomiligari matskrá við fleiri av teimum klassisku fronsku rættunum, sum fólk í øllum heiminum elska.

Hann fer sjálvandi at seta sín egna dám á fronsku rættirnar og fer at gera nógv burturúr, at maturin verður borðreiddur væl og vakurt.

Fyri meg hevur tað nógv at siga, at maturin sær gott út á tallerkinum, uttan at tað gerst snobbut og stíft. Fólk skulu koma her og njóta ordiliga góðan mat fyri ein rímiligan kostnað.

Bœuf bourguignon – oksakjálki í reyðvíni

Kjøt av oksakjálka langtíðarkókað í Bourgogne víni við fleski, hvíttleyki, perluleyki og soppum. 

Coc au vin - hani í víni.

Í Fútastovu verður hann gjørdur við høsnarunga og hvíttvíni. 

Fruit de mer - ein sjóplatt at deila

Klassiski franski sjóplatturin Fruit de mer (havsins fruktir) verður ein av eyðkennisrættunum í Fútastovu. Brent fer at borðreiða plattin við føroyskum sjógæti, ið hann heldur verða heimsins besta, saman við góðum breyði og Aioli - hóskandi at hjá tveimum at deila.

Ostavognurin

Sum nakað heilt nýtt verður møguleiki at njóta spennandi franskar ostar í Fútastovu. Ein ostavognur við bæði fronskum og lokalum ostum, m.a. frá Arla Unika, fer at ferðast millum borðini, og kunnu gestirnir antin njóta ost omaná døgurðan, ella sum ein sjálvstøðugan rætt við góðum fronskum víni afturvið.

Fleiri valmøguleikar

Matskráin verður samansett soleiðis, at møguleiki verður bæði at velja heilar matskráir við 4-5 rættum og einstakar forrættir – sonevndar hors d'oeuvre.

Sostatt kann mann fáa júst tað ein hevur hug, annaðhvørt ein ynskir at royna smáar franskar freistingar ella eina heila matskrá.

Bon apetit! [ bôn apti]