Allan Dalsgarð

Grøna gávan ger Føroyar grønari

Allan Dalsgarð
Grøna gávan ger Føroyar grønari
 

Grøna gávan frá etika var í ár latin fyri níggjundu ferð og var tað Diskosuppan - Slow Food Føroyar, ið fekk gávuna. Slow Food Føroyar er ein altjóða felagsskapur, ið varpar ljós á tørvin á, at øll fólk hava atgongd til mat, sum er góður fyri fólk og góður fyri jørðina. Diskosuppan skipar fyri suppu-tiltøkum, har allur maturin, ið verður nýttur í suppuni er fingin ókeypis frá handlum og heilsølum eitt leygarkvøld, og sum annars hevði verið tveittur burtur. 
 

Grøna gávan 2017 hevur gjørt mun

Í 2017 var Grøna gávan latin Ringrás, ið er ein felagskapur ið varpar ljós á plastdálking - bæði her heima í Føroyum og aðrastaðni í heiminum. Alt arbeiðiðhjá Ringrás er sjálvboðið, og tá ið ongir pengar eru, er tað trupult at keypa neyðug ruddingaramboð sum handskar og ruskposar.

Grøna gávan frá etika hevur gjørt, at Ringrás nú kann skipa fyri størri tiltøkum við nógv fleiri fólkum - og fleiri hendur gera skjótt stóran mun
— Elsa Berg frá Ringrás

 

Ætlanin er eisini at brúka ein part av pengunum til at framleiða kunnandi tilfar. Men tað er ikki nokk bara at varpa ljós á trupuleikan, tey í Ringrás vísa eisini á loysnir. Millum annað hava tey skipað fyri stórum ruddingartiltøkum.
 

Ruddingin í Trongisvágsbotni

Ringrás skipaði í fjør fyri rudding av Trongisvágsbotni. Hetta er størsta einstaka rudding, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Trongisvágsbotnur er rekapláss og gjøgnum áratíggju var ein øgilig mongd av ruski rikin upp á land. 20 tons av ruski vórðu hendan dagin savnað av 45 sjálvbodnum í samstarvi við áhugabólkin Rudda Trongisvágsbotn, Ítróttarháskúlan í Suðuroy, Tvøroyrar Kommunu, IRF, MRCC og Vónina, sum tók í móti einum parti av plastinum til endurnýtslu. Sí myndir her

 Áðrenn ruddingina

Áðrenn ruddingina

 Aftaná ruddingina

Aftaná ruddingina

Eisini fyriskipaði Ringrás í apríl føroysku luttøkuna í Norðurlendsku Strandaruddingini 2017

 

Ruddingarævintýr í Víðvík 2018

Ringrás samstarvar í ár við Útilív Adventure Festival, sum verður í september. Á síðsta festivaldegnum fáa luttakararnir møguleika at vera við til at rudda Víðvík - sum ongantíð áður er ruddað, so har man vera mangt og hvat at finna. Hvør veit, um kanska onkur skattur er millum alt burturkastið.

Tey sum ikki luttaka á Útilív Adventure Festival sleppa tó eisini upp í part. Í september er World Clean Up day, og tá eru øll boðin við at rudda.

Fylg Ringrás á facebook, instagram og á youtube. Har ber millum annað til at halda seg kunnaða um komandi ruddingartiltøk.

 

Hesi hava fingið Grønu gávuna frá etika:

2018 Diskosuppan – Slow Food Føroyar, kr. 44.345
2017 Ringrás, kr. 44.120
2016 Ævintýraheimurin við Biritu Arge, kr. 45.165
2015 Føroya Sjósavn, kr. 47.450
2014 Spískamarið, kr. 46.970
2013 Reinhaldið í Tórshavn, kr. 46.094
2012 Anna Louisa Joensen, kr. 45.644
2011 Føroya Prent, kr. 42.320
2010 Finnbogi Joensen, kr. 33.088