Soleiðis hvessir tú knívarnar til jóla - 5 ókeypis ráð

Soleiðis hvessir tú knívarnar til jóla - 5 ókeypis ráð
 
Tú hevur keypt hini eyka góðu súreplini at fylla dunnuna við, tey lítlu reyðu - tað eru jú jól, og súreplini skulu ikki liggja eftir, nú tú hevur unnað tykkum eina so góða dunnu. Sviskurnar hevur tú lagt í portvínslaka, tí tað royndi tú til jólaborðhaldið hitt kvøldið, og tað riggaði so væl. Tú leggur lítlu reyðu súreplini á skeribrettið - sum tú smurdi so væl hin dagin, tú pussaði kopargrýturnar… ja, tað eru jú jól. Tú tekur knívin í hondina, og trýstir hann so við makt ígjøgnum súreplið, sum var skalið á súreplinum gjørt úr tjúkkum gummi. Hví, hví, hví - hugsar tú - hvesti eg mær ikki knívarnar?

Summi okkara vita ikki, at at vit eiga óhvassar knívar, fyrr enn vit royna ein nýhvestan knív. Og so eru vit fleiri, ið vita, at vit eiga óhvassar knívar, men fáa ikki upp í lag at gera nakað við tað. Tað tykist nógv strævnari enn at pussa kopargrýtur og skeribretti, og gera reint aftanfyri vaskimaskinuna, og alt hitt løgna vit kunnu finna uppá til jóla.

MEN tað er tað als ikki. Vit hava spurt Sonna Zachariassen, kokkalærling í Barbaru, um góð ráð til okkara, ið vilja hvessa knívarnar til jóla:

 Sonni Zachariassen, kokkalærlingur og kníva-ninja!

Sonni Zachariassen, kokkalærlingur og kníva-ninja!


  1. Eitt stál brýnur ikki knívin. Stálið, sum tú møguliga hevur sæð onkrar kokkar brúka, verður brúkt at halda knívin hvassan, aftaná tú hevur brýnt hann. Aftaná eina tíð má knívurin brýnast aftur.
  2. Fyri at brýna ein knív skalt tú brúka ein stein. Nei, ikki ein sovorðnan sum tú finnur ið fjøruni. Ein sovorðnan brýni-stein sum tey selja í somu handlum sum selja knívar. Ein góður steinur at byrja við hevur 300 grid einu megin, og 1000 grid hinumegin. Hetta sigur nakað um hvussu grovur/fínur steinurin er (‘300/1000 grid' - lær teg tað uttanat, og sig tað í handlinum). Kanska tú unnar tær steinin í jólagávu í ár, so kanst tú brúka hann aftur hvørji jól (ella, um tú verður bitin av at brýna, nógv nógv oftari) - steinurin skal leggjast á blot í 20 minuttir áðrenn hann veður brúktur.
  3. Vel rætta vinkulin. Tað er ymiskt hvønn vinkul fólk vilja hava á knívin. Men ein vinkul á 15 stig er eitt gott boð - Halt knívin 15 stig út frá steininum, tá ið tú brýnir.
  4. Brúka allan steinin. Strúk knívin eftir steininum (og minst til vinkulin á 15 stig). Ger ikki rundingar, men heldur long strok. Tú kanst seta ein timara á 1 min til hvørja síðu á knívinum. Tú kanst royna at koyra knívin spakuliga eftur neglini fyri at merkja um hann byrjar at bíta.
  5. Gev tær góða stundir og hugna tær við tí - Tað er ikki eitt ‘hastverk’ at hvessa knívar.

 

P.s. Ein steinur á 300/1000 grid er ein góður byrjanarsteinur til vanligar knívar. Tað ber til at fáa nógv hægri grid, men tað er best egnað til proffesionellar knívar.