KOKS behind the scenes

KOKS behind the scenes
 

Tað er løgið at hugsa sær, at gandurin, sum er KOKS, hendur her í lítla tronga køkinum í kjallaranum á Hotel Føroyum. Her hava høvuðskokkurin, Poul Andrias Ziska og Nikolaj, við góðari hjálp frá øðrum hjálparkokkum, arbeitt í ein mánaða við at gera matskránna til KOKS 2017 - og nú eru teir komnir á mál. 

11. apríl letur KOKS hurðarnar á matstovuni í Kirkjubø upp fyri fyrstu ferð í ár við nýggjari matskrá, nýggjari vínskrá og nýggjari saftskrá.

Nógvir útlendingar hava longu bílagt borð og enn eru nøkur fá pláss eftir.

 

Myndir: Tjóðhild Patursson