Allan Dalsgarð

Kontantleysir festivalar

Allan Dalsgarð
Kontantleysir festivalar
 
58ad1b83-a37a-4bb8-bc82-0c08e4e2bfd4.jpg
 

Gist & Vist fer í ár at hava kontantleysar mat- og ølbásar. Endamálið við at avtaka kontantu søluna er fyrst og fremst at økja um trygdina. Harafturat fer kontantleys søla at minka um bíðitíðina hjá gestunum

Gist & Vist hevur eina sera góða skipan, ið kallast ’Meira av tí góða’ (MATG), ið kann nýtast sum vanligt gjaldskort á øllum básunum hjá Gist & Vist.

Á festivalplássinum verður ein Meira av tí góða básur, har ein kann býta reiðan pening um við eitt gávukort.
Hevur tú eitt MATG gávukort, ber tað sjálvandi til at nýta tað á festivalinum.

Á heimasíðuni meiraavtigoda.fo ber til at fylla á títt kort, áðrenn og undir festivalinum og keypa/fylla á kort til børnini. Hevur tú eina restupphædd á kortinum eftur festivalin ber til at nýta kortið á øllum støðunum hjá Gist & Vist, at fáa útgjald í reiðum peningi ella við flyting til tína bankakonto.

Gjaldast kann sjálvandi eisini við vanligum gjaldskorti.