Allan Dalsgarð

Leikur & matur

Allan Dalsgarð
Leikur & matur

2. - 18. desember verður møguleiki at njóta eitt heilt serligt kvøld í býnum. Kvøldið byrjar á Tjóðpallinum við gløgg og láturkrampa saman við Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Mariann Hansen, Nicolaj Falck og Magnus Johannessen. Síðani halda tit fram við eini 3 rætta matskrá við drekkivørum í einari av matstovunum Heima í Havn.

Alt hetta fyri einans 849 kr.

Fyrsta sýning veður fríggjakvøldið 2. desember og spælt verður hóskvøld til sunnukvøld. Skift verður ímillum matstovurnar Fútastovu, Áarstovu og Barbaru.

Men tú mást skunda tær at bíleggja, tí bert fá pláss eru eftir á matstovunum!