Allan Dalsgarðhvonn

Hvonn mettar fleiri munnar enn tú trýrt

Allan Dalsgarðhvonn
Hvonn mettar fleiri munnar enn tú trýrt
 

Fyri fleiri árunum síðani kom ein fittur harri á gátt í matstovuni á hvonn. Men øvugt av øllum øðrum gestum, kom hann ikki inn á matstovuna fyri at fáa sær ein góðan búff, pasta ella pitsu. Nei, hesin fitti harrin spurdi eftir matruski og fór væl nøgdur avstað aftur við tveimum fullum spannum av burturkasti úr køkinum - tí tað sum fólk ikki vildu ella orkaðu at eta, ja tað vóru kríatúrini hjá honum glað fyri.

Hóast vit royna at minka um matburturkastið og bjóða gestum at taka restirnar heim við, so er nærum ógjørligt at sleppa heilt undan at matur fer burtur.
— Jenny á Heiðunum, matstovuleiðari á hvonn

Tvær fullar spannir (og spannirnar eru rættiliga stórar) av mati fer burtur á matstovuni á hvonn hvønn dag - hetta vita vit, tí at matruskið verður skilt frá hinum ruskinum.

Tíbetur kom hin fitti maðurin aftur dagin eftir, og dagin eftir, og dagin eftir. Næstan hvønn dag er hann á gátt og fer avstað við øllum matruskinum - kríatúrini hjá fitta harranum munnu vera millum trúgvastu viðskifta’fólkini' hjá hvonn.

 

P.s. Tú ert altíð vælkomin at biða um at fáa tínar matrestirnar við heim - og stúr ikki, fittu hønurnar og gæsnar skulu nokk fáa at eta kortini.