Franskir dreymar í Fútastovu

 

Góðir franskir ostar og vín fríggjadag eftir arbeiðstíð á Fútastovu - ljóðar tað ikki sum ein góður máti at byrja vikuskiftið? Ljóðar tað ikki sum ein góður máti at markara skiftið frá gerandisdegi til vikuskifti? Tað heldur 'hon':

Síðsta punktummið er sett - fyri í dag. Teldan verður slókt - tað hendir bara fríggjadagar. Pappírini hon ikki náddi at taka sær av hesa vikuna verða løgd í ein penan bunka. Kaffikopparnir, sum gjøgnum vikuna hava savnað seg saman í vindeygakarminum, verða allir bornir út í kaffistovuna - allir tólv. Hon slókkir ljósið á skrivstovuni og fer útum. Vikuskifti!

Tað er kølið og klárt - á hin serliga mátan sum bara februar megnar at mana fram. Hon hyggur niður á slitnu vetrarskógvarnar, kann hon fara soleiðis? Aja, hvat tá, vit búgva í Føroyum hóast alt, og sjálvt um vit eina løtu við osti og víni kunnu spæla fraklendingar, so mugu vit taka atlit til kalda, og stundum harða, veruleikan - í Føroyum trívast føturnir best í Goretex vetrarskóm - ella í leðurskóm, men so skalt tú tíma væl at smyrja teir. Hon leitar sær fram reyðu varrastiftina, smyr sær uppá varrarnar, og letur so, við røttum ryggi, vetrarskógvarnar føra seg oman á matstovuna. 

Beinanvegin hon letur hurðina upp, rakar angin av osti nasagluggarnar. Hon smílist og hugsar um vinkonuna sum illa klárar at eta matpakka saman við fólkið ið eta ost - hon hevði ikki trivist her. Men tað eru tað nógv ið gera. Tað eru longu nógv fólk, og friðarligi franski tónleikurin í hátalarunum byrjar at køvast at spentum føroyskum røddum - sum tosa um ost, um vín, um politikk, um ommubørn og um fisk, og so sjálvandi um veðrið. 

Hon fær serverað eitt úrval av osti, velir sær eitt glas av víni og setir seg saman við vinkonum sum longu eru komnar. Hon prátar, nýtir og flennir og droymir seg inn í ein heim, har vetraskógvarnir vera umskaptir til einar væl smurdar brúnar leðurstilettir. Flirtar eitt sindur og flennir eitt sindur meira. Soleiðis byrjar eitt gott vikuskifti - við einum túri til Fraklands - í Føroyum.

 

 

Njót meira av tí góða  - við einum fronskum tvisti: 

 

Bon apetit! [ bôn apti]

 


 

Síggj eisini filmsbrotið har John Mikkelsen, matstovuleiðari í Áarstovu, fortelur hvussu tú kanst greiða tí vínkøna tænaranum frá hvat slag av víni tær dámar

Les eisini: Franskt í Fútastovu