Allan Dalsgarð

Reinari festivalar við nýggjari pantskipan

Allan Dalsgarð
Reinari festivalar við nýggjari pantskipan
 
IMG_8895.JPG
 

Royndir vísa, at tað verða nýtt á leið 3 einnýtisgløs pr. litur av øli/cider ella sodavatni. Til størri tiltøk kann hetta skjótt hópa seg upp einnýtisgløs í túsundatali. Tí er farið undir eina tilgongd, har málið er at tálma nýtsluna av einnýtisgløsum á tiltøkum, har ið Gist & Vist luttekur.

Hetta er ein skipan, sum áður er roynd á útlendskum festivalum, eitt nú Copenhell, sum júst hevur verið. Endamálið við nýggju pantskipanini er, at halda festivaløkið reint, minka um plastdálking og geva gestunum eina góða festivaluppliving.
 
Gist & Vist hevur sett sær sum mál, í seinasta lagi í 2020, bert at nýta niðurbrótilig ella umhvørvisvinarlig íløt, servisu og pakning, umframt altíð at hava endurnýtslu við pantskipan, um plast verður brúkt. 
 
Onnur stig eru longu tikin til at røkka hesum máli. Eitt nú verða niðurbrótiligir pappknívar, -gaflar og -bakkar brúktir í Fish & Chips bilinum og nú verður so pantskipanin á G! roynd fyrstu ferð. 
 
Pantskipanin virkar á tann hátt, at 10 kr. verða goldnar í pant fyri fyrsta glasið. Næstu ferð, farið verður í barrina kunnu tómu plastgløsini latast inn og tú sparir pantið. Ynskir tú at fáa pantið útgoldið, kunnu gløsini latast inn í serliga pant-tjaldinum, har peningurin verður útgoldin ella settur inn á Meira av tí góða-gávukortið.