Allan Dalsgarð

Son of Fortune bryggjar tónleik til Mikkeller Tórshavn

Allan Dalsgarð
Son of Fortune bryggjar tónleik til Mikkeller Tórshavn
 

Son of Fortune hava gjørt tónleik til nýggju Mikkeller barrina í Bringsnagøtu í Tórshavn. Benjamin Petersen, maðurin handan Son of Fortune hevur í fleiri ár fylgt við, hvat ið rørir seg í bjórheiminum hjá Mikkeller og hetta hevur verið við til at flutt og ment hansara fatan av, hvat bjór skal vera, so tað var ein heiður fyri hann at fáa hesa uppgávu. Við sær til hesa verlætlanina hevði hann Jan Rúna Poulsen. 

28511860_1678862388827143_506920763_n.jpg

Áðrenn teir báðir Benjamin og Jan Rúni fóru í holt við at bryggja tónleik bleiv ein hugaroks talva hongd upp við yvirskriftum sum; ”500 ára gomul hús ið hýsa ein av teim mest nýskapandi bryggjarnum í nýggjari tíð", "siðvenja, ið verður pettað sundur og koyrd í eitt rúmdarfar" og "huglag, ið leggur grund fyri felagskapi og góðum práti”. Hetta var við til at seta dám á í meðan teir komponeraðu og improviseraðu tónleik til vertshúsið Mikkeller Tórshavn. 

Benjamin samlaði eitt flytført upptøkustudio og síðan varð farið í holt við at taka upp ymsastaðni. Nógv er upptikið á kongaliga konservatoriinum í Keypmannahavn, har Jan Rúni er undir lesnaði, okkurt á konservatoriinum í Aarhus, har Benjamin er undir lesnaði og restin í veitslusalinum á Sofiegården á Christianshavn, beint eftir at stór veistla hevði verið har. Í hesum post-ball stemninginum, har bjórluktur og gott lag enn sat í gólvi og veggjum, hendi okkurt serstakt, siga teir báðir. Teir funnu ta røttu humluna, so at siga, og tað sigst at tónleikurin floymdi úr teimum. 

Tónleikurin er tilpassaður hølið og viðgjørdur soleiðis, at hann ikki skal forða fyri eini góðari samrøðu, men bert liggur undir og skapar huglag. Soleiðis sum tað eigur at vera, eftir teirra tykki. 

Helmingurin av tónleikinum er nýskrivaður til staðið av teimum báðum limunum í Son of Fortune og restin eru løg, ið fyrr eru útgivin av fantastiskum føroyskum listafólki, ið teir hava valt út til Mikkeller Tórshavn.