Allan Dalsgarð

Taraseyður í Áarstovu allan desembur

Allan Dalsgarð
Taraseyður í Áarstovu allan desembur

Taraseyður í Áarstovu

Tað angar eitt sindur av havi, tá ið vit taka kjøtið úr ovninum
— Jákup Sumberg, høvuðskokkur í Áarstovu.

Allan desembur ber til at royna serliga leskiliga kjøtið av taraseyði á Áarstovu. 

Hóast hann er 3-4 ára gamal, er taraseyðurin úr Orknoyggjunum eins lítil og føroysk lomb, og vigar sjáldan meira enn 20 kg. Taraseyðurin er einasta landdjórið á okkara leiðum, ið kann yvirliva av tara eina. Ert tú vorðin forvitin eftir at royna taraseyð, so skilja vit teg væl!