Tríggir filmar um mat - og um kærleika

Tríggir filmar um mat - og um kærleika
 

Onkur heldur kanska, at Valentinsdagur er nakað uppreklamerað fjas - men tað er góður matur ikki. Hví ikki njóta eina góða máltíð á Valentínsdegi, ella onkran annan góðan dag, saman við einum tú ert góður við? Ella bara tú? … Ella droppa døgurðan, keyp mat heim við, og njót ein góðan film.

Her eru tríggir góðir filmar úr rúgvuni um mat og kærleika - kærleika til mat. 

 

1. The Hundred foot Journey

Ein søga um eina indiska familju, ið flytir til Fraklands og letur upp eina matstovu beint yvirav eini franskari Michelin-matstovu.

Filmurin vekir hugin at lívinum, at hvør øðrum, at mati, ja, at øllum sum er gott. Ein kærleikssøga og samstundis ein kærleiksváttan til mat og til lívið. Minst til at eiga gott vín inni, ella okkurt annað gott - tí tú fert at munga og at hava hug til at njóta alt tað vakra og góða. Hetta er ein sovorðin filmur, ið kann fáa teg at tára av góðum mati. 

 

 


2. Ratatouille

Remy, ein rotta av bygd við sera góðum tevi, hatar kál og setir lívið í váða fyri at sleppa í ein veruligan køk, har hann fær smakk fyri 5-stjørnaðum gourmetmati.

Valentinsdagur nýtist ikki at vera um romantiskan kærleika. Bílegg eina stóra familju-pitsu, set fantastiska góða teknifilmin Ratatouille frá og njót kvøldið heima saman við børnunum - ella børnum systir tína? - So kann systurin sleppa ein túr út at eta fínt saman við onkrum, hon er góð við.


3. Julie & Julia

Sanna søgan um, hvussu kulinariska legendan Julia Child (Meryl Streep) gevur frustreraðu skrivstovukvinnuni Julie Powell (Amy Adams) eina nýggja uppskrift upp á lívið.

Tað er ikki fyrr enn tú sjálvur fært børn, at tú skilir, hvussu góð foreldur tíni eru við teg. Nú ein heilur dagur er settur av í kærleikans navni, jú so er eitt gott høvi at minnast tíni kærleiksfullu foreldur. Hesin filmurin er fantastiskur at síggja saman við mammu tini - og møguliga pápa tínum. Fyrireika teg uppá at fáa hug til at halga títt lív til matgerð, og at fáa ovurhonds stóran hug til franskan mat.

Pssst!: Bílegg bara borð á Fútastovu beinan vegin. Tit fara heilt víst at hava hug til Boeuf Bourguignon eftir filmin :)