Nýggja leiðsluduettin á Hotel Vágum

 
hv.jpg

Absalon Lydersen og Anna Østerø mynda nýggju leiðsluna á Hotel Vágum. Við drúgvum royndum, nærlagni og uppfinnsemi hava tey bæði tikið stýripinnin og eru farin á flog 


Hvørjir eru kundarnir hjá Hotel Vágum?  
- Vit gera mat til ferðafólk, matstovugestir og mat út úr húsinum, t.d. pitsa og annað gott. Eisini eru tað fleiri og fleiri gestir, sum koma niðan á hotellið at bíða eftir ferðagestum ella til fráferð.  

Hvørjar eru avbjóðingarnar við einum 'floghotelli’ - er tað øðrvísi at reka enn eitt vanligt hotell?
- Ja, her skulu vit altíð vera “standby”. Tað kemur fyri, at flogfør avlýsa og verða flutt, og tá koma gestirnir niðan á hotellið at fáa sær ein bita ella ein kaffimunn, meðan tey bíða.

Byrja ferðina

á Hotel Vágum

Skalt tú avstað við fyrsta flogfarinum? Njót eina nátt á Hotel Vágum í frið og náðum

Hvussu hava tit sett tykkara dám á hotellið og virksemið her?
- Vit eru so smátt farin at seta okkara dám á hotellið og hava gjørt okkum fleiri tankar um, hvussu vit ynskja at hotellið skal síggja út og rekast í framtíðini. Hetta eru nakað, vit bæði eru sera spent uppá.  

Hava tit broytt nógv á hotellinum, síðan tit tóku við?
- Virksemið er nakað tað sama, sum áðrenn vit tóku við. Vit hava tó broytt ymiskt og gjørt tað meira tíðarhóskandi, eitt nú matin og borðreiðingina. Og so royna vit at læra okkara fantastisku starvsfólk alt tað, sum vit sjálvi hava lært av okkara útbúgving og royndum gjøgnum árini.  

Fara vit at síggja fleiri broytingar í framtíðini?  
- Vit hava fyrst og fremst strembað eftir at hækka støðið á matgóðskuni og tænastuni, og at endurskoða mannagongdir. Vit hava ruddað út í tí gamla og keypt nýggja útgerð, sum ger tað lættari hjá okkara starvsfólkum at arbeida. Vit gleða okkum bæði sera nógv til framtíðina, har vit fara at gera alt, vit eru ment at menna hotellið og fáa tað á eitt støðið, har gestir okkara eru nøgdir og koma aftur. 

So her einki er at ivast í; vit eru øll í góðum hondum á Hotel Vágum og kunnu seta okkum væl til rættis og njóta løtuna á matstovuni, í kamarinum, í fundarhølinum og aðrastaðni við. Vælkomin á Hotel Vágar.

 
Allan Dalsgarð