Dunnubreyð dagen derpå

 
Image 12-19-19 at 10.12.jpg

Um tú hevur fylgt við í Meira av tí góða, so veitst tú helst, at Súsanna er ein av kreativu heilunum handan smyrjibreyðini í Bitanum. Til dømis. Heitroyktur laksur við rómaostakremi við urtum. Oksalundir við tartarsós, leykringum og stoktum eggi. Stokt flak við tartarsós, kipsi og rivnum, turrum fiski. Ljóðar nokkso lekkurt ha? Tí Súsanna veit, hvat hon ger. Og tað er ikki løgið, tí áðrenn hon kom í Bitan, hevur Súsanna arbeitt bæði á Koks, Áarstovu, Alsace, Kähler og Sølyst - ikki smáting! Les meira um føroysku luksus smyrjibreyðini her! Hóast Súsanna hevur nógv um at vera, hevur hon kortini tikið sær tíð til at kreera hetta jólaliga smyrjibreyðið bara til okkara. Mums!


Soleiðis peppar tú tínar jóladøgurðarestir og fær lekkur, leskilig og jólalig smyrjibreyð:

Goym feittið, ið rennur frá dunnuni
Pia dunnuna

Valdorfsalat

1 tunt skorið selleri
1 súrepli skorið í smáar terningar
50 g av grønum víndrúvum skornar í helvt
30 g av valnøtum
1 dl av súrróma 18%
1/4 dl av róma
1/2 tsk av sukri
1/2 tsk av súreplaedikki
salt og pipar

  • Rør dressingin saman og smakka til við salti og pipari. Vend selleri, súrepli, víndrúvur og valnøtur í. Set kalt í góðan tíma

  • Hita 2 spsk av dunnufeitti á pannuni. Steik uml. 150 - 200 g av dunnu í feittinum til hon er gjøgnumhitað, og smakka til við salti og pipari

  • Smyr 2 hálvar breyðflísar við smøri

  • Karva uml. 10 g av purleyki

  • Legg dunnukjøtið á breyðflísarnar

  • Legg 1 spsk av valdorfsalati omaná og pynta við purleykinum

Vælgagnist!


VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.