Christmas on the Beach

 
Image 12-19-19 at 10.19.jpg

Ja, soleiðis eitur kokkteylurin, sum Line hevur gjørt til Meira av tí góða og sostatt eisini til tín. Line er matstovuleiðari á THE TARV og so dugir hon eisini at gera ein ógemeina góðan kokkteyl. Og av tí at tað skjótt er 1. desember og vit laaaangt síðan eru komin í jólahýr, hava vit biðið Line um at gera ein serligan kokkteyl til okkara. Ikki til gestirnar á THE TARV, bara okkara. Tí kanst tú nú imponera tínar jólagestir við hesum eksotiska kokkteyli, sum er doyptur nakað so forkunnugt (í hvussu er fyri okkum føroyingar) sum "Christmas on the Beach". Kokkteylurin er eisini sera væl egnaður sum vælkomudrykkur. Eitt sindur av rommi (smakkar eisini væl uttan alkohol), kokuskremi, eitt skvis av leim og eitt dism av kaneli.

Sjeyka, skonk og njót!


Christmas on the Beach

(1 kokkteylur)

5 cl av hvítum rommi
1 cl av sukursiroppi (kóka 1 cl av vatni saman við 1 cl av sukri, til alt sukrið er upployst)
1 cl av leimdjúsi
2 ss av kokuskremi (coconut cream - kann keypast í stóru matvøruhandlunum)
eitt dism av kaneli

Pynt: ein kanelstong


VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.