Út at eta jólaaftan?

 
hvonn.jpg

Í ár hava ferðafólk og føroyingar møguleika at eta á matstovu á jólum

Í matstovuni hvonn í Vágsbotni hava tey í ár gjørt av at hava opið jólaaftan og jóladag. Hvonn er sostatt einasta matstova í Føroyum, sum er opin á jólum. Eisini er Hotel Tórshavn, sum heldur til í sama bygningi, opið fyri jólagestum øll jólini.

- Í fjør merktu vit, at tað var stórur eftirspurningur – serliga millum ferðafólk – at sleppa út at eta á matstovu jólaaftan og jóladag. Tí hava vit í ár avgjørt at opna matstovuna hesar dagar, hóast tað er siðvenja hjá okkum at steingja, sigur Jenny í Heiðunum, stjóri á hvonn og Hotel Tórshavn.

Tað eru tó ikki bara ferðafólk, ið vilja út at eta á jólum. Áhugin hevur eisini verið stórur millum føroyingar.

- Føroyingar hava eisini sett seg í samband við okkum og eru sera fegnir um, at matstovan er opin. Tað eru fólk, ið sita einsamøll ella tveyeini í húsi, sum halda tað vera frálíkt at kunna sleppa út at eta, fáa matin borðreiddan og njóta friðin.

Vit borðreiða við trimum rættum jólaaftan, laksi til forrætt, jóladunnu til høvuðsrætt og mandlurís omaná, sigur Jenny í Heiðunum. - Eisini hava vit eina jólastovu, har gestir okkara hava møguleika at savnast áðrenn og aftaná máltíðirnar.

Hvonn er opin jólaaftan og jóladag kl. 12.00-14.00 og kl. 18.00-20.00.

 
Allan Dalsgarð