Heimagjørt sushi? - 3 góð ráð frá Kob

 

Bunlom Srisin - oftast nevnd Kob - hevur staðið fyri køkinum á etika síðani dyrnar lótu upp fyri 8 árum síðani. Hvønn dag ger hon eitt ótal av sushirullum, tí føroyingar gerast bara glaðari og glaðari fyri sushi - og tað er ikki løgið, tí vit eiga so fantastiska góðan fisk.

Møguliga eigur tú góðan fisk í frystiboksini, og hevur hug at royna okkurt nýtt? Ja, les so við her, Kob eigur nógv góð ráð til tey ið hava hug at royna at gera sushi:

  1. Lær teg at kóka rís. rísið fyllur nógv í sushirulluni, og er rísið ikki kókað rætt, verða rullurnar ikki góðar. Upp í rísini verður blandaður ein dressingur. Rísdressinga-uppskriftin hjá etika er enn loynilig (vit fara at royna at lirka hana frá teimum eina aðruferð), men nógvar góðar uppskriftir finnast online.

  2. Sker fiskin rætt. Tað finnast nógvar vegleiðingar á netinum sum vísa hvussu fiskurin skal skerast. Hvussu tú skerir fiskin hevur stóra ávirkan á hvussu rullurnar kennast at bíta í. Gert tú 'nigiri' ávirkar tað eisini nógv tað estetiska.

  3. Hav eitt ílat við vatni ella olju standandi, og væta tær fingrarnar væl meðan tú rullar - so kleprar alt ikki so illa.

Og um alt skuldi kiksað, so ber altíð til at bíleggja sushi frá etika ;)