Allan Dalsgarð

Drekk champagnuna áðrenn midnátt! - Og onnur góð ráð um nýggjársbrúsið

Allan Dalsgarð
Drekk champagnuna áðrenn midnátt! - Og onnur góð ráð um nýggjársbrúsið
 

Cava, Prosecco, Champagne, Asti, Crémant - og so øll hini. Tað finnast so nógv ymisk sløg av brúsandi víni, og nú gamlaárskvøld nærkast, fara vit allarhelst aftur at síggja nógv forvirrað fólk í Rúsuni, leitandi millum nógvu fløskurnar, eftir júst teirri fløskuni, ið skal vera rætta skotið inn í nýggja árið.

 

 John Mikkelsen, matstovuleiðari Heima í Havn

John Mikkelsen, matstovuleiðari Heima í Havn

Tímir tú ikki at vera millum tey forvirraðu? Ja, les so víðari og fá serkøna vegleiðing frá John Mikkelsen, matstovuleiðara í teimum fýra matstovunum Heima í Havn, um hvussu tú finnur røttu fløskuna ...

Brúsandi vín kann býtast í trýggjar bólkar - Champagne, Crémante & Prosecco og Asti & Cava. Smakkurin er ymiskur og somuleiðis er prísurin.

 

Champagne - turt, ógvuliga turt

Champagne er úr Fraklandi, ella rættari úr økinum Champagne í Fraklandi, og einans tað brúsandi vínið, ið er gjørt júst í tí økinum sleppur at eita Champagne. Champagne er hitt dýrasta brúsandi vínið, og ein fløska kann lættliga kosta meira enn 1000 kr. Champagne er ógvuliga turt (hetta merkir súrligt á vínmáli. Men sig ongantíð at vín er súrt, tí… ja, tí tað ger man ikki!). Um tú ikki ert von/vanur at drekka vín, er ikki ‘neyðugt’ at brúka so nógvar pengar uppá nýggjársbrúsið. Nei, tá røkkur ein cremant (sí niðanfyri) líka langt - uttan so at tú keypur nýggjársbrúsið fyri at reypa. Men ert tú vín-elskari (ikki neyðtúrvuliga vín-kennari) so kann Champagne verða ein deilig og fríkslig uppliving.

Mítt besta ráð til teirra ið velja at spandera pengar uppá eina góða Champagnu, er at drekka hana tíðliga um kvøldið, og ikki bíða til á miðnátt. Hetta tí fólk ofta eru ov mett og ov móð á miðnátt til at veruliga njóta Champagnuna. Keyp okkurt annað gott til á miðnátt, og drekk champanuna aftur við matinum. Champagne hóskar til alllan mat.
— John Mikkelsen

Crémant & Prosecco - turt og frískt

Tað er tó ikki bara í Champagne í Fraklandi, at tey gera brúsandi vín. Crémant kallast brúsandi franska vínið, ið er gjørt uttanfyri Champagne-økið. Crémant er, eins og Champagne, rættiliga turt, men er nógv bíligari enn Champagne. Man kann siga, at Crémant er lítlibeiggin hjá Champagnuni. ‘Crémant úr Bourgogne er ein persónligur favorittur hjá mær,  ja tað við eg viðmæla’, sigur John Mikkelsen.

Prosecco var rættiliga hypað fyri nøkrum árum síðani. Øll drukku Prosecco, og tað gevur ofta eitt bakslag aftaná - tá ið tað er vorðið for populert. Men tað kann Prosecco ikki gera við. Prosecco er ótrúliga lekkurt’. Prosecco er Italskt og er sum Crémant eisini ógvuliga turt.

So um tú ikki vilt brúka alt januar-budgettið uppá eina dýra Champagne, men fegin vilt hava eitt gott turt brúsandi vín, so er ein Crémant ella ein Prosecco ein góður møguleiki.
— John Mikkelsen

Asti & Cava - søtt og runt

Asti og Cava eru ofta tey bíligastu brúsandi vínini (hóast summi Crémant og Prosecco fáast eins bílig). Prísurin liggur ofta um 100 kr. Asti og Cava eru fyri summi eisini tað lættasta at drekka, tí tey eru ikki so turr sum annað brúsandi vín, men meira søtligt. So til teirra ið ikki eru so von við turt vín, er ein fløska av Cava ella ein fløska av Asti eitt gott boð til nýggjársbrúsið.

Cava er spanskt og er ikki heilt so søtt sum Asti. Cava minnir nógv um Crémant og Prosecco, men er eitt vet søtari og rundari. Asti er, sum Prosecco, Italskt, men er nógv søtari. Fólk ið dáma væl søtar Cider, dáma ofta eisini væl Asti.
— John Mikkelsen