Familjan KOKS

 
Íslendski kokkurin Barði Páll dámar væl at vera í Føroyum og arbeiða á KOKS

Íslendski kokkurin Barði Páll dámar væl at vera í Føroyum og arbeiða á KOKS

Tú merkir tað alt fyri eitt, tá ið tú trínur inn um portrið. Her er ein heilt serligur stemningur. Fólk eru blíð og nærverandi, og tey taka ímóti tær við opnum ørmum og bjóða tær hjartaliga vælkomnum

- Eg havi aldri áður upplivað at arbeiða á einum staðið, har tað er so lætt at seta seg inn í tingini. Her koyrir alt, sum tað skal. Øll vita, hvat tey skulu gera, og eingin er bangin fyri at taka fatt. Vit arbeiða saman og hjálpast at. Tað er lætt at føla seg sum ein part av KOKS familjuni, sigur føroyska Eydna, sum hevur starvast sum tænari á KOKS í gott ár.

Hon byrjaði at arbeiða á KOKS mitt undir koronu, so hon hevur tikið ímóti fleiri føroyskum gestum enn útlendsku. Og tað má sigast at vera rættiliga sjáldsamt á KOKS, tí her eru vanliga nógv teir flestu gestirnir úr øðrum londum, serliga USA.

- Mær dámar best gestir sum minna um abba mín. Ein føroying, eitt sindur treiskur og mistrúgvin, men sum eftir eina vitjan hjá okkum brosar og hevur broytt meining: "Hetta var ikki so galið, bara heilt gott," sigur Eydna.

- Mær dámar so væl at síggja, hvussu imponeraði fólk verða, og hvussu nógv tey njóta matin og alla upplivingina við at vera her hjá okkum á KOKS, sigur Eydna.

- Mær dámar so væl at síggja, hvussu imponeraði fólk verða, og hvussu nógv tey njóta matin og alla upplivingina við at vera her hjá okkum á KOKS, sigur Eydna.

Og íslendski kokkurin Barði Páll hevur eisini upplivað líknandi frá sínum lansdmonnum - altso at teir broyta meining:

- Íslendingar eru ikki nógv fyri at ferðast til lond, sum hava sama temperatur sum har heima. Men tað er mangan, at eg hoyri onkran siga seg angra, at tey ikki at hava verið her áður. Og tá er tað ofta, at tað er KOKS, sum er ørsøkin til, at tey eru komin hendan vegin.

Barði Páll hevur arbeitt á KOKS síðan 2017 og verið souschef síðan 2019. So honum dámar at vera í Føroyum.

- Føroyar eru nógv øðrvísi enn Ísland. Í Íslandi er alt nógv meira ekstremt. Vit hava gosfjøll, heitar keldur, stór fjøll og stórar fløtur. Her er alt nærri við og meira dempað, friðsælari. Kanska uttan veðrið. Vit á KOKS plaga at skemtast við, at her ber ikki til at tosa um, hvussu veðrið er fyrrapart ella seinnapart, men heldur hvussu veðrið er klokkan 12 og klokkan 12.15.

Barði Páll, kokkur, er serliga hugtikin av føroysku skeljadýrunum. Og hummaranum, sum hann heldur vera tann besta í øllum heiminum. Og hann hevur púra rætt, hummarin smakkar himmalskt! Takk fyri smakkin.

Barði Páll, kokkur, er serliga hugtikin av føroysku skeljadýrunum. Og hummaranum, sum hann heldur vera tann besta í øllum heiminum. Og hann hevur púra rætt, hummarin smakkar himmalskt! Takk fyri smakkin.

Smørstoktur hummari. Need I say more …

Smørstoktur hummari. Need I say more …

Hóast Eydna bara hevur arbeitt á KOKS í skjótt eitt ár, so hevur hon eisini sett sín heilt serliga kaffidám á matstovuna.

- Eg arbeiddi í Brell og ein dagin kom Karin (red: Karin Visth, sommelier á KOKS) og spurdi, um eg hevði hug at arbeiða hjá teimum. Hon hevði sjálvandi tosað við stjóran í Brell fyrst, og stutt eftir byrjaði eg at arbeiða her. Og tað angri eg ikki, her er gott at vera og eg læri okkurt nýtt alla tíðina. Eg elski at taka ímóti gestunum og kjúkla um teir. Taka jakkan, vísa teimum til borðið og siga teimum frá um matskránna, vínið og djúsið. Tað er heilt serligt at sleppa at gera tað fyri føroyingar og á føroyskum. Tað ger meg stolta, sigur Eydna og rodnar eitt sindur, tí hetta hevur nógv at siga fyri hana.

Kaffi? Ja, takk! Eydna úr Havn er tænari á KOKS og barrista í Brell.

Kaffi? Ja, takk! Eydna úr Havn er tænari á KOKS og barrista í Brell.

 
Allan Dalsgarð