KOKS millum rimarnar

Búreisingarnar frammi við Gjónna eru óvanligar við tað, at tær liggja ikki við sjógv, men hava alla tíð verið eitt fjarskotið einbýli. Mynd: Claes Bech-Poulsen

Tað er løgið at hugsa sær, at gandurin, sum er KOKS, hendur her á gamla garðinum frammi við Gjónna. Hvussu gamal garðurin er, er ikki vist, men søguligar keldur siga, at fólk búðu her í 1740. Kom við og lúr millum rimarnar, har smakkurin og angin úr føroyska landslagnum verður sameindur.

Í dag er arbeiðsdagur. Eingir gestir eru á matstovuni í kvøld, so tíð er til at taka sær av matstovuni - bókstaviliga.

Teppi verða brest, gløs sorteraði, vínskúli er á skránni og so skal dunnugarðurin bøtast.

Myndir: Savna

Familjan KOKS.

Familjan KOKS.

Mantas úr Litava og Moritz úr Týsklandi á veg oman í dunnugarðin við einum trolið, sum skal verja nýggjastu íbúgvarnar á garðinum móti rovfugli.

Føroyska Katrin úr Kollafirði brestur skinnini úr Dímun og ger tey klár til gestirnar at sita á.

KOKS vínskúli er eisini í dag. Hvørja viku savnast starvsfólkini at læra um vín, øl og spiritus.

Frá vínskeið til teskeið. So skjótt vínskúlin var av, skuldu nýggjar teskeiðir bíleggjast. Og á KOKS gongur hetta fyri seg við linjál …

Við einum armi handan bak og stórum nærlagni verða turkaðar hyllublómur sorteraðar.

Hyllarnar eru á tremur við pulvuri, turkaðum urtum og turkaðum tara. Næstan alt, sum er skrivað á eskjur og posar, er skrivað á enskum, tí á KOKS arbeiða kokkar úr øllum heiminum.

Tari eigur sítt fasta pláss í matskránni á KOKS.

Thea úr Keypmannahavn tekur sær av at sortera og fáa víngløsini upp á pláss. Og á KOKS eru nógv ymisk víngløs fyri at tryggja gestunum ta heilt røttu vínupplivingina.

Kaffi? Ja, takk! Eydna úr Havn er tænari á KOKS og barrista í Brell.