Dunnuconfit

 
dunna.jpg

Dunnuconfit

(til 6 fólk)


6 dunnulør
1 l av dunnufeitti
1 heilan hvítleyk
Nakrar kvistar av frískum timian
Skalið av einari vistfrøðiligari appilsin
2 mtsk av havsalti
Pipar

Dagur 1 

Kroyst hvítleykin og legg hann í eitt ovnfast fat. Koyr timian og appilsinskal í og stroyð 1 mtsk av salti á. Legg síðani dunnulørini omaná og stroy restina av saltinum og frískt malið pipar á. Lat standa til dagin eftir.

Dagur 2

Tendra ovnin á 140 stig. Hita dunnufeittið og stoyt omanyvir dunnulørini, legg lokið á og set í ovnin í 3 tímar.


Tak fatið úr og legg varliga dunnulørini í eina steikiskuffu og steik tey við 180 stigum í 10-15 minuttir.


VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.