Hotel Føroyar fingið nýggjan stjóra

 
Johannes Jensen, fyrrverandi stjóri og Aleth Nielsen, nýggjur stjóri á Hotel Føroyum.

Johannes Jensen, fyrrverandi stjóri og Aleth Nielsen, nýggjur stjóri á Hotel Føroyum.

Hotel Føroyar byggir í løtuni út frá 106 til 200 kømur. Samstundis er virksemið hjá Gist & Vist eisini vaksið munandi seinastu árini, og er hetta høvuðsorsøkin til, at nýggjur stjóri nú er settur.

“Eg gleði meg til tær nýggju avbjóðingarnar og saman við starvsfólkunum á Hotel Føroyum at arbeiða víðari við tí góðu menningini, sum fer fram í hesum tíðum,” sigur Aleth Nielsen, sum hevur yvirtikið stjórasessin á Hotel Føroyum

"Vit eru komin fram til, at tað er neyðugt við einum stjóra, sum bara tekur sær av hotellinum og tí, sum fylgir við nýggju útbyggingini”, sigur Johannes Jensen, fyrrverandi stjóri á Hotel Føroyum. Johannes Jensen heldur tó fram sum stjóri í Gist & Vist-samtakinum. 

Aleth Nielsen, sum byrjaði í starvi sum Booking Manager hjá Gist & Vist í septembur fjør, er tí sett í starv sum stjóri á Hotel Føroyum virkandi frá 1. apríl.

"Eg fór í læru sum móttøkulærlingur á Hotel Føroyum í 2003, og frá 2010-2011 var eg eisini Event Manager á hotellinum, so eg kenni til umhvørvið og føli meg heima her."

Aleth Nielsen er 34 ára gomul og hevur, hóast sín unga aldur, drúgvar royndir innan hotelvinnuna. Hon varð útbúgvin serviceøkonom í 2009 og hevur tikið útbúgving í Altjóða sølu og marknaðarføring í 2011-2012. Hon hevur starvast í BC Hospitality Group sum m.a. Reservation and Guest Service Manager fyri Crowne Plaza, Bella Sky og Mariott Hotel í tíðarskeiðinum 2013-2017. Áðrenn hon tók við sum Booking Manager hjá Gist & Vist í septembur, starvaðist hon sum Booking and Conference Manager á Kurhotel Skodsborg. 

Í Gist & Vist-samtakinum eru um 185 ársverk, harav 55 teirra eru á Hotel Føroyum. Umframt Hotel Føroyar eru eisini Hotel Tórshavn og Hotel Vágar í samtakinum, har ávikavist Jenny í Heiðunum og Absalon Lydersen eru leiðarar.

 
Allan Dalsgarð