Jólakokkteylur: Xmas Spritz 

 
79160741_3289572861113191_8772227972003266560_o.jpg

Á myndini omanfyri sæst ein brellbiti av breiða úrvalinum av leskiligu drykkunum í Skeiva Pakkhúsi. Og trúgv tí ella ei, so hava vit fingið uppskriftina til ein jólaligan Xmas Spritz (aftastur á myndini), Amaretto Sour, Bombardino og Nonna’s Hot Toddy. Allar hesar jólakokkteylar kanst tú njóta í Skeiva Pakkhúsi.

Vit hava smakkað og smakkað. Og smakkað eitt sindur meira. Og so máttu vit bara biddað Esther, sum er matstovuleiðari í Skeiva Pakkhúsi, um uppskriftina til eina teirra. Vit valdu tann við tí mest jólaliga heitinum (og sjálvandi eisini tí, at hann smakkar so avbera væl og hóskar til bæði áðrenn, ímeðan og aftaná), Xmas Spritz. Og hon segði ja.

Xmas Spritz (1 kokkteylur)

Verður skonktur í eitt Oaked Chardonnay-glas (ella líknandi)

Fyll glasið við ísi
skonk varliga upp í hálvt glasið av Prosecco
skonk 3 cl Campari Bitter í
skonk 3 cl av tranuberjasaft í
pynta við einum rósmarinkvisti (rulla hann eitt sindur millum hendurnar, so angin í oljunum kemur fram)

- Okkum dámar eisini væl at gníggja kantin á glasinum við rósmarin fyri at geva drykkinum smakk. Er kokkteylurin ov beiskur, kanst tú koyra meira tranuberjasaft og prosecco í, sigur Esther.

Vælgagnist!


VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.