Meira av tí góða
Tíðindabræv Kalendari Uppskriftir
Keyp gávukort
Um gávukortið Um meira av tí góða
Riedel gløs Gávukort
Borðbílegging Bílegg gisting Útvið
TíðindabrævKalendariUppskriftir Um Um gávukortið Um meira av tí góða
Meira av tí góða
Nethandil Riedel gløs Gávukort Bílegging Borðbílegging Bílegg gisting Útvið Keyp gávukort
Lítli royndakøkurin
Lítli royndakøkurin

Lítli royndakøkurin

Nikolaj Ivert Kristensen er ein av kokkunum á KOKS. Tá ið vit eru inni og vitja, stendur Nicolaj uppi yvir eini grýtu í lítla royndarkøkinum og klárnar oksasoð - hann rørir og rørir.

Apple lavage

Apple lavage

Á borðinum liggja 3 posar av 'apple lavage' - soleiðis eitur súrepladjús á 'fínum' matmáli. Næstan alt sum er skrivað á eskjur og posar, er skrivað á enskum, tí á KOKS arbeiða kokkar úr øllum heiminum.

Nógvu eskjurnar

Nógvu eskjurnar

Hyllarnar eru á tremur við pulvuri, turkaðum urtum og turkaðum tara.

... Og hann rørir og rørir

... Og hann rørir og rørir

Tá ið oksasoðið skal klárnast mást tú fylgja væl við - Nikolaj er ógvuliga fokuseraður. Ongantíð hava vit sæð nakran vera so hugsavnaðan um at røra í eini grýtu.

Smakkiroyndir

Smakkiroyndir

Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, vísir okkum ymiskar sósir, teir báðir hava gjørt til ymisku rættirnar.

Purruolja

Purruolja

Poul Andrias fortelur, at 'leek oil' ella purruolja verður gjørd við at mala hitt grøna á purruni við olju - soleiðis fer tað ikki til spillis. Hetta er lætt at royna heima.

Fryst spinat

Fryst spinat

Nógv av grønmetinum, sum verður brúkt á KOKS um summarið, er frískt og føroyskt. Men enn er so tíðliga á árinum, at gróðurin er ikki veruliga byrjaður. Í dag brúka teir fryst spinat í royndakøkinum.

Mandlumjólk og aðrir drykkir

Mandlumjólk og aðrir drykkir

Vit lúrdu í listarnar á vegginum, og sóu ein lista yvir djússkránna. Vit tóku onga mynd av djússkránni, men her er ein ábending um hvat fer at vera á spennandi djússkránni í ár - tað verður helst torført at velja millum djússkrá og vínskrá.

Gerað purrudjús

Gerað purrudjús

Nei, geraða purrudjúsið verður ikki brúkt sum drykkur á djússkránni - men verður nýtt í onkurari sós/dressingi.

Smakkiroynd

Smakkiroynd

Eftir at Poul Andrias hevði tryggjað sær, at tað smakkaði sum tað skuldi, fingu vit ein smakk. Fantastiskt. Hetta verður eisini roynt heima - gerað purrudjús!

17 nýggir rættir

17 nýggir rættir

Vit hava ongar myndir av lidnu rættunum - men Poul Andrias vísti okkum nakrar myndir á síni telefon, og vit kunnu bara siga, at tað sá bæði vakurt og spennandi út. 

Bara tveir av teimum 19 rættunum á matskránni 2017 vóru við í 2016. Hinir 17 rættirnir eru heilt nýggir.

Soppate ella baraldadjús?

Soppate ella baraldadjús?

Í ár verður eyka nógv gjørt burtur úr djússkánni - soppate, bláber, rabarba og baraldur eru nakrir av smakkunum.

Stjørnan

Stjørnan

Fyrsta Michelin-stjørnan er komin til Føroya - kokkarnir báðir hava hongt hana upp í royndarkøkinum - kanska sum tileggjan?

Ótrúliga nógvar bíleggingar eru komnar til KOKS eftir at tað bleiv kunngjørt at tey fingu eina stjørnu - so vilt tú hava borð í ár, er at bíleggja beinan vegin.

Hitt ræsta

Hitt ræsta

Á KOKS verður arbeitt nógv við hinum ræsta smakkinum - Poul Andrias greiðir her frá um ræsta sperðilin sum verður á matarlepanum í ár. Ræsti sperðilin verður serveraður sum fylla í eina salta pannikøku.

Havtaska og sjógæti

Havtaska og sjógæti

Afturat tí ræsta, arbeiður KOKS við øllum tí góða, stóra bláa havinum kring okkum bjóðar - millum annað Havtasku.

1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15
Previous Next
Lítli royndakøkurin
Apple lavage
Nógvu eskjurnar
... Og hann rørir og rørir
Smakkiroyndir
Purruolja
Fryst spinat
Mandlumjólk og aðrir drykkir
Gerað purrudjús
Smakkiroynd
17 nýggir rættir
Soppate ella baraldadjús?
Stjørnan
Hitt ræsta
Havtaska og sjógæti
 

Her fært tú meira av tí góða

 
PrivatpolitikkurKeyp Riedel gløsKeyp gávukort

Fá meira av tí góða

Melda til tíðindabrævið og fá lekkrar freistingar og góð tilboð beinleiðis í teldupostkassan

Takk fyri!

©2021 Gist&Vist | Heimasíða frá Savna.fo