Koronadagbøkur
Hvat gera starvsfólkini á matstovum, barrum, kaféum, hotellum og aðrastaðni í hesum døgum, tá tey ikki sleppa at gera tað, tey brenna mest fyri?
Hendan tíðin hevur lært meg veruliga at seta prís uppá øll tey smáu tingini í gerandisdegnum, umframt at virðismeta, hvussu heppin vit vanliga eru, tá ið vit kunnu ferðast sum vit vilja, eta úti, vera saman við vinfólki og bara njóta lívið.
Tað (einasta) góða við íkomnu støðuni er, at eg aftur arbeiði á etika, og at tað er komin gongd á renningina aftur, sigur John Mikkelsen, Matstovuleiðari á Matstovunum Heima í Havn.
Gunndur Fossdal, kokkur á Hotel Føroyum, fyrireikar páskadøgurðar til fólk, sum eru í sóttarhaldi. - Tey skulu sjálvandi eisini sleppa at eta góðan mat eins og vit onnur, hóast tey eru í sóttarhaldi.
Karin Visth er, eins hini starvsólkini á KOKS, heldur ikki til arbeiðis í hesum døgum. Heima hevur hon lært seg at baka við súrdeiggi og brúdleyp hennara er úsett til í heyst.