eta er klárt til summarið

 
Eta.jpg

At koma inn í eta í Vágsbotni minnir eitt sindur um at stíga inn í lítlu sølubúðirnar hjá 7-eleven. Úrvalið í eta er stórt og breitt, og nærum alt er liðugtpakkað og klárt at taka við sær. Í eta er okkurt til øll; tey hava pitsurnar frá hvonn, tvíflísar, sushipakkarnar frá etika og eisini smyrjibreyð við føroyskum viðskera. Við myndatóli og mikrofon í hond vóru vit og forvitnaðust í nýggja matstaðnum og spurdu, hvussu hevur gingist fyrstu tíðina.

Her hevur verið nógv fólk, síðani vit lótu upp! Tað er serliga nógv at gera í vikuskiftinum, men vanligar dagar síggja vit eisini nógv fólk her niðri, fortelur Marianna Højsted Horsdal, ið starvast í eta.

Hetta løgdu vit eisini merkis til, tá ið vit hugdu okkum umkring í Vágsbotni. Um døgurðatíð er fólk byrjað at leita sær yvir á nýggju trappurnar at njóta døgurðan (sum møguliga er útvið frá eta?) og góða veðrið.

IMG_4389

Nýggju trappurnar í Vágsbotni hava eisini verið karmur um EM-fótbólt og serliga dystirnar hjá Íslandi, og tað hevur merkt søluna hjá eta.

Fótbóltur er vorðin vístur á trappuni, og tá hava vit havt nógv at gera áðrenn og aftaná dystin. Fótbólturin verður jú vístur um kvøldarnar í meldurtíð, tá ið vit longu hava nógv at gera við døgurðamati, sum skal útvið, so tað verður nógv í alt.

Munnu tey vera klár til summarið, tá ið útisetar og ferðafólk økja nógv um fólkatalið í høvuðsstaðnum?

- Ja, tað eru vit heilt víst, sigur Marianna við einum stórum smíli.

 
EtaMeinhard Mikladal