Allan Dalsgarð

Jón Aldará. Growlandi smørtenorur og matelskandi lívfrøðingur

Allan Dalsgarð
Jón Aldará. Growlandi smørtenorur og matelskandi lívfrøðingur
 
JónAldara_02_printquality.jpg

Growlandi smørtenorurin

Jón Aldará er best kendur sum sangari í Hamferð, men hann er eisini lívfrøðingur við alski til náttúruvernd, eksperimenterandi matgerð og seyðarhøvd við morlaðum heila. Les um hansara øðrvísi og spennandi matupplivingar og hvussu hann yvirlivdi eina minniliga vitjan á kinesiskari matstovu í Stockholm

 

Hvør er mest imponerandi máltíðin, tú hevur etið?
Ilt at siga. Havi enn ikki verið á nøkrum av teimum heilt stóru, listarligu matstovunum. Eg kann taka fram eitt serligt svartfugla- og harukvøld, sum Áarstova bjóðaði fyri nøkrum árum síðani. Eg og unnustan bíløgdu okkum borð til tvey, og tað var sum heild eitt minniligt date-kvøld við matinum sum miðpunkti. Lomvigi, álka og hara borðreidd á ymsar einfaldar men ótrúðliga smakkfullar hættir við vælvaldum víni, øli og cider afturvið. Norðurlendskur matur tá hann er bestur!

Hevur tú nakað Guilty Pleasure?
Burger Kongurin er lumpisligur. Tað kemur fyri, at hugurin til ein chiliburgara frá BK fær yvirhond, men aftaná kennist tað sum eg havi etið ein posa av sement.

Hvørjar eru tríggjar tær bestu matstovurnar í Føroyum?
Eg havi enn ikki roynt KOKS og heldur ikki nýupplatna the Tarv, ið sigst vera góð. Har eru eisini fleiri aðrar, ið eg kundi hugsað mær at roynt, t.d. Frumbiti. Men av teimum eg havi roynt, so vildi eg sagt Ræst, Áarstova og Etika.

Hvør er tín yndirsmatur?
Havi ikki nakað, ið eg meti sum absoluttan yndismat, men eitt vælsviðið ræst seyðarhøvd við eplum og morlaðum heila afturvið, tað er ikki at forsmáa!

Lýs tínar dagligu matvanar
Á morgni og á middegi eti eg vanliga breyð við ymiskum viðskera. Royni at skifta nógv ímillum, men serliga kjøtpylsur, egg, makrel, skinku og rækju- ella høsnarungasalat. Um kvøldið er døgurði, og tá er maturin sera ymiskur, tó oftast er dentur lagdur á kjøt og fisk.

Etur tú øðrvísi tá ið tú ferðast?
Ja, eg gangi nógv eftir at royna tann mest løgna lokala matin, eg megni at finna á staðnum.

Tað løgnasta tú hevur etið ...
Var á eini kinesiskari matstovu í Stockholm, har eg millum annað bílegði ”túsundársegg”. Hetta eru egg, ið eru súltað í eini vesku við m.a. øsku og leiri. Tey eru svørt við gráari blommu. Smakkaðu heilt væl, men okkurt mátti vera í, sum ikki harmoneraði við mín kropp, tí knappliga mátti eg renna á WC at tveita tað upp aftur. Haldi tað er einastu ferð, eg havi verið á matstovu og spýð hálvan vegin gjøgnum programmið. Eg kom tó skjótt fyri meg og át meg mettan av høgguslokki í kilisós.

Hvat dámar tær at servera fyri øðrum?
Mær dámar at bjóða sansunum hjá fólki av, men tó ikki so nógv, at tey ikki megna at fáa mettuna. Grindabúffur og sós við gulløli og soppum plagar at raka rætta staðið, sjálvt hjá teimum, ið ikki kennast við føroyska matmentan.

Hvat slag av mati dámar tær best?
Tað eru fá ting, ið mær ikki dámar, men eg eri kanska serliga glaður fyri indiskan og japanskan mat. Tó má eg viðganga, at eg enn ikki havi upplivað eina betri matmentan enn ta norðurlendsku.

Hvør er tín yndis føroyska rávøra?
Eg elski svartfugl til matna. Men eg eri eisini lívfrøðingur og sera nátturuverndarsinnaður. Hesi mótstríðandi áhugamálini geva mær konstant høvuðbrýggj.

Hevur tú matpakka við til arbeiðis?
Nei, eg dugi sera illa at fyrireika meg uppá dagin. Tað er eisini sera ymiskt, hvussu mínir dagar síggja út. Um umstøður eru til tað, so plagi at halda meg til breyð og viðskera á middegi, men tað kemur meira enn so fyri, at eg fái hug til okkurt meira spennandi. Fyri tíðina leiti eg oftast eftir sushi ella einari eskju við nudlurætti at koyra í mikroovnin.