Jólakokkteyl og jólamokkteyl frá The TARV

 

Her fært tú uppskriftina uppá ein jólakokkteyl og ein jólamokkteyl frá Rana Joensen, barrleiðara í THE TARV.

Jólakokkteyl

4 cl Amaretto
3 cl Lime Juice
2 cl Sukursiropp
2 cl Cherry Heering

Eggjahvíta av einum eggi ella 2,5 cl av hitaviðgjørdum eggjahvíta

Jólamokkteyl

3 cl Lime Juice
3 cl Sukur Syrup
1,5 cl Kirkjuberja Syrup
0,5 cl Mandlu Ekstrakt
Eggjahvíta av einum eggi ella 2,5 cl av hitaviðgjørdum eggjahvíta

Mannagongd

Fyrst gert tú sukursiroppin. Stoyt 1 part av vatni (t.d. 100 g/ml) og 2 partar av sukri (t.d. 200 g/ml ) í eina grýtu og lat tað smákóka til alt sukrið er upployst.

Stoyt allar ingrediensirnar til Jólamokkteyl ella Jólakokkteyl í ein sjeykara, og sjeyka uttan ísterningar í uml. 12 sek. Koyr síðani ísterningar í, og sjeyka aftur í uml. 12 sek. Koyr ísterningar í eitt glas og síla vætuna úr sjeykaranum í glasið.

Njót!


VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.