Rimmaður laksur

 

Rimmaður laksur

Uppskrift frá Teiti Christensen, høvuðskokki í Áarstovu. At “rimma” laks merkir at turrsalta. Hetta er ein máti at krydda hann við salti, sukri og ymiskum øðrum kryddi. Saltið og sukrið tekur nógva vætu úr laksinum, soleiðis at hann fær ein sterkari smakk.


Tú skalt brúka

Eina laksasíðu uttan skræðu og bein

100 g havsalt (vanligt groft salt kann eisini brúkast, men verið varin, tí tað inniheldur jod og tað kann ávirka smakkin)

50 g av rørsukri

50 g av putursukri

Rivið skal frá tveimum vistfrøðiligum appelsinum

5 g av fennikufræ

10 g av rivnari piparrót

Evt. fennikutoppar (eru flottir toppar á Føroyskari fenniku)

Evt. 2 stokkar av frískum rosmarini (brúka bert bløðini, ikki stokkin sjálvan)

Soleiðis gert tú

Blenda alt uttan laksin í einari hvirlu og smyr tað á alla laksasíðuna. Lat laksin standa í 24 tímar og skola síðani og turka hann. Nú er klárt at skera í skivar

Væl gagnist!


VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.