Útsýni, fýrverk og eitt nýtt ár
Tak væl ímóti nýggja árinum við fýrverki, sjampanju og kransakøku á takinum á Hotel Føroyum!
Gamlaárskvøld verður hátíðarhildið á Hotel Føroyum við 4 rættaðari matskrá, einum kamari við útsyni (um tú hevur hug) og sjampanju og kransakøku á takinum á miðnátt.
Morgunin eftir verður nýggja árið byrjað við góðum nýggjársmorgunmati.
Vit byrja kvøldið kl. 19.30 við vælkomudrykki, áðrenn farið verður upp í nýggjársskrýddu matstovuna. Afturvið við útsýninum yvir Tórshavn bjóða vit eina matskrá við 4 rættum.
Kl. 23.45 verður farið út á tekjuna, har vit bjóða brúsandi vín, meðan vit skjóta tað nýggja árið inn og njóta fýrverkið yvir Tórshavn.
Eftir midnátt verður farið inn aftur í hitan, har borðreitt verður við kaffi og kransakøku í matstovuni. Kl. 00.30 barrin letur upp.
Kostnaður:
950 kr. fyri hvønn
við gisting í dupultkamari við morgunmati:
1.350 kr. fyri hvønn