Nýggjárskonsert og borðhald fyri teimum hepnu

Ert tú ein av teimum hepnu, ið hevur ognað tær atgongumerki til ársins Nýggjárskonsert við Føroya Symfoniorkestri, áðrenn tey vórðu útseld? So hevur tú møguleika at tvífalda títt hepni við stóra borðhaldinum á Hotel Føroyum aftaná konsertina.

Saman við umleið 300 gestum fert tú at hugna tær við forrætti og buffet, felagssangi og seinni um kvøldið eisini dansi. Undir borðhaldinum fara tónleikarar í Symfoniorkestrinum, sum siður er, eisini at framføra nøkur stuttlig løg. 

Er langt heim eftir borðhaldið, so so ber sjálvsagt til at bíleggja tær eitt kamar fyri náttina.

 

Allan Dalsgarð