Jólaskip og køld børn sum verma seg við kakao
Nógv foreldur fara hvørt ár við børnum sínum at taka ímóti jólamonnunum, tá ið teir koma í Vágsbotn við jólaskipinum. Onkuntíð kann vera kalt at standa úti og bíða, men børnini gera tað fegin. Køld og spent. Foreldrini eisini køld - og summi spent.
Tá ið tit 10. desembur standa har og bíða eftir at fáa eyga á skipið, ja, so kunnu tit verma tykkum við tankanum um ein heitan kopp av kakao eftir at tit hava heilsað uppá jólamannin. Hendan dagin selir Hvonn kakao og bollar til køld børn og vaksin. Komið inn á gólvið og vermið tykkum.