Taraseyður í Áarstovu allan desembur
Taraseyður í Áarstovu
“Tað angar eitt sindur av havi, tá ið vit taka kjøtið úr ovninum”
Allan desembur ber til at royna serliga leskiliga kjøtið av taraseyði á Áarstovu.
Hóast hann er 3-4 ára gamal, er taraseyðurin úr Orknoyggjunum eins lítil og føroysk lomb, og vigar sjáldan meira enn 20 kg. Taraseyðurin er einasta landdjórið á okkara leiðum, ið kann yvirliva av tara eina. Ert tú vorðin forvitin eftir at royna taraseyð, so skilja vit teg væl!