Koronadagbók 2

 
Eg sakni tað sosiala. At fáa vitjan av familju og vinum og umvent at kunna fara á vitjan hjá øðrum. Vanliga strekkir tíðin kanska ikki altíð til tað, men nú, tá ið eg endiliga havi fingið tíð, so sleppi eg ikki.

DSCF2987-beinta a torkilsheyggi.JPG

Navn: Gunndur Fossdal
Aldur: 58
Starv:  Kokkur á Hotel Føroyum

Hvat hevur tú etið til morgunmat í morgun?
- Í morgun át eg hálvan grovbolla við osti.

Hvat hevur tú gjørt í dag?
- Eg havi verið til arbeiðis á Hotel Føroyum og fyrireika páskadøgurðar til fólk, sum eru í sóttarhaldi. Tey skulu sjálvandi eisini sleppa at eta góðan mat, m.a. páskalamb, eins og vit onnur, hóast tey eru í sóttarhaldi.

Hvat er títt yndis ítriv í løtuni?
- Eg smíði nógv. Tað er so deiliga avstreingjandi. Eg eri í gongd við at umvæla eini gomul hús í trimum hæddum, sum vit fluttu inn í fyri nøkrum árum síðani. Vit búgva í miðhæddini, og eg umvæli ovastu hædd og kjallaran. So tað er ordiliga komin ferð á nú.

Hvat verður á páskamatskránni heima við hús í ár?
- Páskadag eta vit lambsrygg við heslibakaðum eplum og apex salati - tað er næstan tað sama sum valdorfsalat, bara við appilsinum ístaðin fyri víndrúvur og purru ístaðin fyri blaðsellarí. 2. páskadag eta vit ræst kjøt.

Hvat er tað mest positiva, sum er hent, eftir at Korona kom til Føroya?
-
Tað mest postiva er avstreingjanin. Eg havi haft stundir til at slappa meira av enn eg vanliga geri og hugsavna meg meira. Og smíða.

Hvat er tað keðiligasta, sum er hent, eftir at Korona kom til Føroya?
- Tað keðiligasta er øll forboðini og óvissan um, nær samfelagið ordiliga kemur upp at koyra aftur.

Hvat saknar tú mest við vanliga gerandisdegnum?
-
Eg sakni tað sosiala. At fáa vitjan av familju og vinum og umvent at kunna fara á vitjan hjá øðrum. Vanliga strekkir tíðin kanska ikki altíð til tað, men nú, tá ið eg endiliga havi fingið tíð, so sleppi eg ikki!

Hvat hevur hendan tíðin lært teg?
- Hvussu ótrúliga sárbær vit og heimurin eru.