Koronadagbók 3

 
Vanliga eti eg sushi minst eina ferð um vikuna (slær ikki feil), men eg má siga, at nú eg eisini arbeiði í Bitanum, so eri eg fullkomiliga “bitin” av smyrjibreyðunum og góðskuni hjá Súsonnu, høvuðskokkinum í Bitanum.

93794001_2487300281369753_2873686721386512384_n.jpg

Navn: John Mikkelsen
Aldur: 45
Starv:  Matstovuleiðari á Matstovunum Heima í Havn; Áarstovu, Barbara, Ræst & Fútastovu umframt Mikkeller Tórshavn

Hvat hevur tú etið til morgunmat í morgun?
- Ein borðisk við Cornflakes, havragrýni og rosinum við mjólk.

Hvat hevur tú gjørt í dag?
- Eg fór til arbeiðis klokkan 11 í Bitanum, har vit seldu út við til klokkan 14. Fór síðani oman í Áarstovu at fáa mær ein kaffimunn, svara meylum og arbeiða við nýggja vínkortinum. Síðani fór eg til arbeiðis í etika frá klokkan 17 til 21 at selja út við, og náddi eisini ein stuttan rennitúr áðrenn dagurin var liðugur.

Hvat er títt yndis ítriv í løtuni?
- Tað er tíbetur komin gongd á renningina aftur.

Hvat er títt yndisvín júst nú?
-
Tað, sum eg altíð felli aftur á, eru vínini úr Bourgogne. Bæði hvítt og reytt.

Hvat er tín lívrættur júst nú?
- Tað (einasta) góða við íkomnu støðuni er, at eg aftur arbeiði á etika. Vanliga eti eg sushi minst eina ferð um vikuna (slær ikki feil), men eg má siga, at nú eg eisini arbeiði í Bitanum, so eri eg fullkomiliga “bitin” av smyrjibreyðunum og góðskuni hjá Súsonnu, høvuðskokkinum í Bitanum. Hugsi eisini um salatir frá Bitanum og ramen frá Suppugarðinum. Tað kann eg eta hvønn dag.

Hvat er tað mest positiva, sum er hent, eftir at Korona kom til Føroya?
-
Dugi ikki ordiliga at síggja nakað positivt við Korona ...

Hvat er tað keðiligasta, sum er hent, eftir at Korona kom til Føroya?
- Manglandi nærveran og tað sosiala.

Hvat saknar tú mest við vanliga gerandisdegnum?
- At arbeiða í einum av matstovunum Heima í Havn eitt kvøld. Fult hús, taka ímóti gestum, vísa gestablídni og taka í hondina á gestunum. Eg sakni stemningin, tá ið øll hugna sær og njóta góðan mat við góðum víni. Eg sakni samstarvið millum kokkarnar og tey á gólvinum, tá ið tað er nógv at gera. Og eg sakni at vera vertur fyri gestunum hjá okkum og at kunna bjóða teimum heildarupplivingina, vit vanliga kunnu bjóða.

Hvat hevur hendan tíðin lært teg?
- Hvussu viðbrekin vit eru sum menniskju og (heims)samfelag.