Koronadagbók 4

 
Eg sakni okkara gestir og at veita eina góða tænastu. At gera gestir okkara glaðar og at geva teimum eina góða uppliving. Og so gleði eg meg eisini nógv til at kunna geva teimum, sum eg eri góð við, eitt gott og fast klemm

Line.jpg

Navn: Line Fuglsbjerg
Aldur: 29 ár
Starv: Matstovuleiðari og tænari á THE TARV

Hvat hevur tú etið til morgunmat í morgun?
Vaniljujogurt við músli

Hvat hevur tú gjørt í dag?
Eftirsum man ikki kann vera saman við vinfólki inni, so fóru eg og trý vinfólk ein gongutúr niðan til Fossá í Vestmanna - har vit funnu ein lekkran hyl, sum vit svumu í í góðveðrinum. Aftaná nutu vit bara góða veðrið.

Hvat er títt yndis ítriv í løtuni?
Mær dámar væl at gera mat, so tað havi eg brúkt nokkso nógva tíð uppá, nú tá ið eg havi betri stundir til tað.

Hvat er títt yndisvín júst nú?
Kann ikki siga, at eg havi eitt yndisvín beint nú sum so, tí eg eri 100% ein reyðvínstypa. Men eftirsum veðrið hevur verið so gott í seinastuni, er tað bara eyka lekkurt við onkrum køldum og brúsandi. So ein góð, køld  fløska av sjampanju er sera kærkomin 👌🏽

Hvat er tín lívrættur júst nú? 
Eg havi absolutt ikki EIN lívrætt! Eri alt for matglað til at kunna velja ein rætt. Men eg vildi mett, at Sushi frá etika er tað, sum eg havi etið mest, síðan korona kom til Føroya. Tað slær aldrin feil.

Hvat er tað mest positiva, sum er hent, eftir at Korona kom til Føroya?
Haldi ikki, at eg kann siga, at korona hevur gjørt nakað positivt fyri meg, men eg havi tó havt meira frítíð enn vanligt, so eg havi verið úti í føroysku náttúruni meira enn eg plagi. Og so havi eg eisini gjørt ymiskt heima, so sum at mála og gera íbúðina lekkra. 

Hvat er tað keðiligasta, sum er hent, eftir at Korona kom til Føroya?
Tað, at man ikki kann verða saman við øðrum uppá sama máta - eg eri eitt mega sosialt menniskja. So tað ávirkar meg nógv. Og so eisini tað, at summarið í Føroyum ikki fer at vera tað sama. Bæði sosialt og í arbeiðshøpi.

Hvat saknar tú mest við vanliga gerandisdegnum?
Tað má vera, at fara arbeidis. Eg sakni okkara gestir og at veita eina góða tænastu. At gera gestir okkara glaðar og at geva teimun eina góða uppliving. Og so gleði eg meg eisini nógv til at kunna geva teimum, sum eg eri góð við, eitt gott og fast klemm.

Hvat hevur hendan tíðin lært teg?
Hendan tíðin hevur lært meg veruliga at seta prís uppá øll tey smáu tingini í gerandisdegnum, umframt at virðismeta, hvussu heppin vit vanliga eru, tá ið vit kunnu ferðast sum vit vilja, eta úti, vera saman við vinfólki og bara njóta lívið.