Bakaður Laksur við putursukuri og knekkbreyði

 

Ein øðrvísi fermingardøgurði

Lambasteik, epli og sós. Tað er gott, men ikki nýtt. Hví ikki royna ein øðrvísi fermingardøgurða og goyma lambasteikina til páskadag? Anna Østerø, sum nú er kokkur á Hotel Vágum, er full av góðum hugskotum og hvør onnur enn hon kundi funnið uppá at bakað laks við putusukuri og knekkbreyði? ØLL, eftir at hava roynt hennara uppskrift! Gott at hava Onnu Østerø at finna uppá.

Uppskriftin hesaferð: Bakaður laksur við putursukuri og knekkbreyði og nudlusalat afturvið. Til fermingina, føðingardagin ella vanliga mikukvøldið.

 

Bakaður laksur við putursukuri og knekkbreyði

  • 1 heil laksasíða uttan bein og skræðu

  • 200g av putursukuri

  • 5 stk delikatessu knekkbreyð

  • 1 tsk av sitrónpipari

  • 1 tsk av salti

  • 1 tsk av sitrónsaft

  • 100 g av smøri

Legg laksin í eitt eldfast fat. Stroyð sitrónpipar, sitronsaft og salt omaná laksin. Brót knekkbreyðið við hond og blanda upp í putursukurið. Stroyð útyvir laksin, sker smørið í flísar og legg omaná. Baka laksin í ovninum á 160 stigum í umleið 20 minuttir, ella til laksurin er liðugur.

 

Nudlusalat

  • 250g av nudlum

  • 1 spsk sweet chili sós

  • 1 spsk soya

  • 1 spsk av olivenolju

  • 1 spsk av sitrónsaft

  • 1/4 tsk av hvítleykspulvuri

Kóka nudlurnar eftir leiðbeiningini á pakkanum og stoyt vatnið frá. Rør marinaduna saman og vend nudlurnar í marinaduni. Nudlusalatið smakkar eisini væl kalt.

Prei: Dámar tær væl sterkan mat, kanst tú smakka nudlurnar til við kiliflykrum.


Les eisini