Einki er sum nýbakaðar sjokulátakipskeks… nei sjokulátasjipkok…. nei ok, Chocolate Chip Cookies! Jummi!
Amalie Dalsgaard, matstovuleiðari í Skeiva Pakkhúsi, gevur okkum hesi vínviðmæli til jólamatin og omaná.
At “rimma” laks merkir at turrsalta. Hetta er ein máti at krydda hann við salti, sukri og ymiskum øðrum kryddi. Saltið og sukrið tekur nógva vætu úr laksinum, soleiðis at hann fær ein sterkari smakk.
Her fært tú uppskriftina uppá ein jólakokkteyl og ein jólamokkteyl frá Rana Joensen, barrleiðara í THE TARV.
Tú merkir tað alt fyri eitt, tá ið tú trínur inn um portrið. Her er ein heilt serligur stemningur. Fólk eru blíð og nærverandi, og tey taka ímóti tær við opnum ørmum og bjóða tær hjartaliga vælkomnum.
Tað er løgið at hugsa sær, at gandurin, sum er KOKS, hendur her í gamla garðinum frammi við Gjónna. Hvussu gamal garðurin er, er ikki vist, men søguligar keldur siga, at fólk búðu her í 1740.
Royn hesa uppskriftina upp á Dunnuconfit, sum er dunna, langtíðarstokt í egnum feitti. Sevjumiklari og smakkfullari verður tað ikki.
Royn hesa leskiligu klassisku jóladunnuna við portvínslakaðum sviskum, appilsin, súreplum og øllum sum hoyrir jólunum til.
Hendan tíðin hevur lært meg veruliga at seta prís uppá øll tey smáu tingini í gerandisdegnum, umframt at virðismeta, hvussu heppin vit vanliga eru, tá ið vit kunnu ferðast sum vit vilja, eta úti, vera saman við vinfólki og bara njóta lívið.
Tað (einasta) góða við íkomnu støðuni er, at eg aftur arbeiði á etika, og at tað er komin gongd á renningina aftur, sigur John Mikkelsen, Matstovuleiðari á Matstovunum Heima í Havn.
Gunndur Fossdal, kokkur á Hotel Føroyum, fyrireikar páskadøgurðar til fólk, sum eru í sóttarhaldi. - Tey skulu sjálvandi eisini sleppa at eta góðan mat eins og vit onnur, hóast tey eru í sóttarhaldi.
Karin Visth er, eins hini starvsólkini á KOKS, heldur ikki til arbeiðis í hesum døgum. Heima hevur hon lært seg at baka við súrdeiggi og brúdleyp hennara er úsett til í heyst.
Vælkryddað jólareyttkál við stjørnuanis, nelikum, kaneli og appilsin. Meira jólaligt verður tað neyvan.
Lesklig uppskrift frá Teiti er til eitt frískligt og broyskið reyttkálssalat við jólafruktum
Loyniliga uppskriftin til Xmas Spritz út breiða úrvalinum av leskiligu drykkunum í Skeiva Pakkhúsi
Imponera tínar jólagestir við forkunnuga jólakokkteylinum við eksotiska navninum
Soleiðis peppar tú tínar jóladøgurðarestir og fær lekkur, leskilig og jólalig smyrjibreyð
Kom við í vínskúla hjá Karin Visth, sommelier á KOKS og lær at finna júst rætta vínið til dunnuna, gásina og ræsta jólamatin
Fá uppskriftina til serliga súrdeiggj-drýlin hjá Kára Kristiansen, høvuðskokki í Ræst, umframt uppskriftina til heimagjørt súrdeiggj.
Hvít, reyð og blá. Eins og Merkið. Hon fyllir ikki 100 ár í ár, men hóast tað er hon gomul í garði.
Grøna gávan frá etika 2019 fór til Veltuna á Sandi - til lukku Veltan!
Aleth Nielsen er nýggjur stjóri á Hotel Føroyum og hon skal standa fyri víðari menning og útbygging av hotelinum
No12 Juice Bar í Gundadali er farið undir eitt nýtt átak, har tey bjóða gestunum eina røð av fyrimunum umvegis eina snilda app á fartelefonini
Ein av føstu gestunum á Hotel Tórshavn sigur frá, hvat fær hann at koma aftur ferð eftir ferð
Nýggja vínskráin hjá KOKS bjóðar eitt nú gyltar dropar úr Norðurevropa og forkunnugar fløskur úr heimsins dýrasta víngarði
Allir vegir føra til Steinatún. Okkara Times Square. Har er lív, ferðsla, fólk, pulsur og skjótt lata tvær nýggjar matstovur upp í hjartanum av býnum
Smakkur, smakkur, smakkur! Og ikki bara smakkur, men italskur smakkur